Back to News

NEW JOB OPENING: Hevur tú TALent?

Stock Mynd

Vit søkja talsterkan persón til okkara toymi

Hevur tú skil fyri tølum og roknskapi?  Og kundi tú hugsað tær eitt spennandi og øðrvísi starv í einari altjóða fyritøku í rúkandi menning?
So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi í Nordic Aqua Partners A/S.

UM STARVIÐ

Í Nordic Aqua koma altjóða serfrøði og staðbundin vitan saman fyri at skapa og menna tað, ið frameftir skal mynda burðardygga leistin fyri laksa aling í Kina - heimsins størsta sjógætis­marknaði.
Hjá okkum fært tú tí møguleika at gerast partur av søguligari verkætlan við tí fyri eyga, at burðardygt kunna nøkta vaksandi eftirspurningin av hágóðsku laksi.
Tú fert at hava ábyrgd av roknskapi, greiningum og samskipan hjá felagnum. Sostatt verður tú ein týdningarmikil liður í víðarimenningini og framtíðarbygnaðinum í felagnum. Starvið er staðsett í Tórshavn, men roknast kann við ferðing í sambandi við starvið.

Har tú millum annað fert at:

  • Samskipa og samskifta millum deildir felagsins og dótturfelagið í Kina
  • Gera mánaðarroknskapir, kvartals- og ársroknskap til fíggjarmarknaðin
  • Gjøgnumganga og fylgja upp uppá innanhýsis rakstraruppgerðir
  • Gera fíggjarligar greiningar og aðrar uppgerðir


UM TEG

Vit vænta tískil, at tú hevur:

  • Viðkomandi útbúgving ella royndir innan roknskaparligt øki
  • Førleikar at samskifta á enskum og norðurlendskum málum
  • Kunnleika innan roknskaparreglur
  • Royndir við Excel og líknandi skipanum

UMSÓKN OG FREIST

So um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, send so umsókn við lívsrensli og viðkomandi tilfari til Hjalti Hvítklett á hjalti@nordicaquapartners.com.

Freistin at søkja starvið er sunnudagin 11. juni.

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir avtalu.

UM TÚ VILT VITA MEIRA

Set teg so í samband við Hjalta Hvítklett, á tel. +298 221222 ella Hjalti@nordicaquapartners.com.
Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.