Back to News

New Job Opening: Samskipari í altjóða fyritøku?

NOAP Samskipari 1

Hevur tú skil fyri samskipan, samskifti og strukturi? Og kundi tú hugsað tær eitt spennandi og øðrvísi starv í einari altjóða fyritøku í rúkandi menning?
So er hetta kanska títt dreymastarv!

UM STARVIÐ

Nordic Aqua Partners er ein altjóða fyritøka við skrivstovu í Tórshavn og framleiðsu í Kina. Her koma altjóða serfrøði og staðbundin vitan saman fyri at skapa og menna tað, ið frameftir skal mynda burðardygga leistin fyri laksaaling á landi í Kina - heimsins størsta sjógætismarknaði.

Hjá okkum fært tú tískil møguleika at gerast partur av søguligari verkætlan við tí fyri eyga at burðardygt kunna nøkta vaksandi eftirspurningin av hágóðsku laksi.

Tú fert at umsita okkara skrivstovu í Tórshavn og hava um hendi praktisk viðurskifti so sum at:

  • Samskifta og samskipa arbeiðið millum deildir felagsins
  • Tryggja struktur og hava yvirlit yvir “company policies”
  • Hava dagliga ábyrgd av innkeypi, skjalfesting og dagføring av arkivi
  • Samskipa, fyrireika og bóka ferðir, fundir, vitjanir og annað
  • Røkja heimasíðu, teldupost og sosialar miðlar sum Facebook og LinkedIn

Sostatt verður tú ein týdningarmikil liður í víðarimenningini og framtíðarbygnaðinum í felagnum.

UM TEG

Vit vænta tískil, at tú ert ein skipaður persónur, sum hevur:

  • Viðkomandi útbúgving ella royndir innan umsiting
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og við fjølbroyttum uppgávum
  • Dirvi at taka stig til uppgávur, møta avbjóðingum og finna loysnir
  • Góðar førleikar at samskifta á enskum og norðurlendskum málum
  • Teldukunnleika og royndir við Microsoft Office og líknandi skipanum

UMSÓKN OG FREIST

So um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, send so umsókn við lívsrensli og viðkomandi tilfari til Hjalta Hvítklett, CFO á hjalti@nordicaquapartners.com.
Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 26. januar
Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn.
Sum útgangstøði er talan um fulltíðarstarv, og lønin er sambært avtalu.

UM TÚ VILT VITA MEIRA

Set teg so í samband við Hjalta Hvítklett, CFO, á tel. +298 221222 ella hjalti@nordicaquapartners.com.

Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.